Danmark og Ísland møtast í áttandapartsfinaluni

Danmark gjørdist nummar tvey í bólki D, og Ísland nummar trý í bólki C

So er lagt upp til enn eitt hondbóltsbrak millum manslandsliðini hjá Danmark og Íslandi.

 

Liðini møtast í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum, sum er í Katar í hesum døgum.

 

Danmark vann í dag 31-27 á Póllandi, og tryggjaði sær annað plássið í bólki D við átta stigum. Týskland gjørdist nummar eitt við níggju stigum. Danmark varð á odda 16-12 ímóti Póllandi í steðginum.

 

Íslendingar vunnu 28-25 á Egyptalandi, og tryggjaðu sær triðja plássið í bólki C við fimm stigum. Frakland vann bólkin við níggju stigum, og Svøríki gjørdist nummar tvey við sjey stigum. Íslendingar vóru á odda 15-10 ímóti Egyptalandi í steðginum. Guðjón Valur Guðjónsson skeyt ikki færri enn 13 av teimum 28 málunum hjá Íslandi.

 

Í ovurmorgin møtast Danmark og Ísland í áttandapartsfinaluni. Núverandi høvuðsvenjarin hjá Danmark, Guðmundur Guðmundsson er fyrrverandi landsliðsvenjari hjá Íslandi, so fyri hann verður talan um ein heilt serligan dyst. 

 

- Eg kann ikki leggja so nógv í tað. Talan er um eitt av mongum møguligum mótstøðuliðum. Ísland fekk eitt gott úrslit ímóti Egyptalandi, og talan er um eitt gott lið, sum vit skulu spæla ímóti, segði Guðmundur Guðmundsson í samrøðu við DR.