Danmark sigur seg saman við fleiri øðrum londum vera til reiðar at stuðla átøkum at tryggja trygga farleið gjøgnum Hormuzsundið.
Tað stendur í felags yvirlýsing frá londunum, sum norska uttanríkisráðið sendi út í gjár.
– Vit vísa okkara tilbúgving at stuðla viðkomandi átøkum fyri at tryggja trygga farleið gjøgnum sundið. Vit fegnast um raðfestingina frá londum, sum í løtuni eru við til at leggja fyrireikandi planlegging, stendur í fráboðanini.
Hósdagin boðaðu tey fyrstu seks londini - Bretland, Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond og Japan - í eini fráboðan frá, at tey eru til reiðar at hjálpa til við at tryggja trygga farleið gjøgnum Hormuzsundið.
Við yvirlýsingini fríggjadagin eru nú tilsamans 20 lond tikin við í átakið.
Umframt Danmark er hetta eisini galdandi fyri Kanada, Suðurkorea, Nýsæland, Lettland, Slovenia, Estland, Noreg, Svøríki, Finnland, Kekkia, Rumenia, Bahrain og Litava.
Enn er ikki greitt, hvussu londini fara at hjálpa til við at tryggja farleiðina meira nágreiniliga.
Í fráboðanini fordøma londini seinastu álopini hjá Iran móti óvápnaðum handilsskipum. Tey fordøma eisini tað, tey kalla de facto stngsulin av Hormuzsundinum hjá Iran.
– Avleiðingarnar av gerðum Irans fara at raka fólk í øllum heimspørtum, serliga tey mest viðbreknu, stendur í fráboðanini.
Undir ágangandi krígnum í økinum hevur Hormuzsundið so at siga verið stongt fyri skipaferðslu orsakað av vandanum fyri álopum.
Hormuzsundið liggur millum Iran og Oman. Tað er ein strategiskur fløskuhálsur fyri umleið ein fimta part av heimsins olju og flótandi jarðgassi, og oljutangaskip skulu gjøgnum Hormuzsundið fyri at koma inn og úr Persaflógvanum.
Fyri at avloysa nakað av oljuni, sum ikki sleppur gjøgnum Hormuzsundið, hevur altjóða orkustovnurin IEA avgjørt at lata tilsamans 400 milliónir tunnur av olju úr oljugoymslunum hjá limalondunum.
Tey 20 londini fegnast um hetta stigið.
– Vit fara at taka fleiri stig til at stabilisera orkumarknaðirnar, eitt nú at arbeiða saman við ávísum framleiðandi londum fyri at økja um framleiðsluna, stendur víðari.
– Vit fara eisini at arbeiða fyri at veita stuðul til tey mest raktu londini, eitt nú umvegis ST, og altjóða peningastovnar.
/Ritzau/










