Ísraelska loftverjan er aktiverað í nátt, tí ein bylgja av rakettum eru á veg úr Iran móti Ísrael.
Tað sigur ísraelski herurin (IDF) í nátt.
- Fyri løtu síðan eyðmerkti IDF, at rakettir eru skotnar úr Iran og eru nú á veg móti Ísrael.
Ísraelski herurin sigur, at loftverjan er aktiverað til tess at byrgja uppfyri iranska álopinum.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur ísraelska herin, ið hevur lagt ávaringina út á Telegram.











