Tað segði danski virkandi europamálaráðfrúan, Marie Bjerre, á veg á fund við europamálaráðharrarnar í Brussel í dag.
– Vit noyðast at halda fram á tí leiðini, sum longu er løgd, segði hon sambært Ritzau.
Merz hevur skotið upp, at Ukraina fyrst fær eina serliga støðu sum “associeraður limur” av ES. Tað hevði givið Ukraina skjótari tilknýting til ES, men uttan fullan limaskap og uttan atkvøðurætt á ES-fundum.
Sambært Merz eru nógv forðingar fyri einum skjótum ukrainskum limaskapi, millum annað krígsrakti búskapurin, trupulleikar við mutri og veikleikar í rættarskipanini.
Men Danmark vil framvegis arbeiða fyri, at Ukraina gerst fullur limur í ES.
Marie Bjerre sigur eisini, at Danmark hevði sum mál undir danska ES-formansskapinum at lata upp øll seks samráðingarøkini við Ukraina.
Tað eydnaðist tó ikki, tí Ungarn tá blokeraði gongdina.










