Tað upplýsir felagsskapurin sambært NTB.
Eingin persónur kom til skaða í álopinum.
Skrivstovan liggur í býnum Sumy í landnyrðingspartinum av Ukraina. Sambært Norsk Folkehjelp var álopið ikki beinleiðis ætlað teimum, men fleiri russiskar dronur lendu nærhendis og oyðiløgdu akfør og aðra útgerð hjá felagsskapinum.
Álopið kemur dagin eftir, at Russland heitti á útlendingar og diplomatisk starvsfólk um at fara úr ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv undan nýggjum russiskum álopum.
Russiska uttanríkisráðið segði sambært Reuters, at álopini fara at raka bæði “avgerðarmiðstøðir og hernaðarstøðir”.
Sambært AFP hevur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eisini heitt á amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, um at flyta starvsfólk av amerikonsku sendistovuni í Kyiv.
Russisku ávaringarnar hava fingið fleiri lond, millum annað Noreg, Holland og Týskland, at kalla russisku sendiharrarnar inn til fund.










