Kirkjukonsert
Í kvøld fáa suðuroyingar eitt sjáldsamt høvi at at hoyra konsert í kirkjuni í Hvalba.
Tað er gentukórið í Fredens Kirke í Herning í Danmark, sum er komið á konsertferð í Føroyum og sum fer at halda konsert í Hvalbiar Kirkju í kvøld kl. 19.30.
Í kórinum eru 25 gentur, sum allar ganga í 5. til 8. skúlaflokk, men tilsamans eru 55 fólk í ferðalagnum.
Kórið er uttanlands triðjahvørt ár og í ár gekk so leiðin til Føroya. Tað er kanska ikki heilt av tilvild, tí leiðari hjá kórinum og organistur í Fredens Kirke er Gudmund Mortensen úr Fuglafirði, sum eisini er bróður Jens Mortan Mortensen í Hvalba, sum er organistur í kirkjuni í Hvalba og á Tvøroyri.
Ferðirnar hjá kórinum eru bæði konsert- og frítíðarferðir so tey eru nógvar útferðir, tá ið tey eru í Føroyum. Tey hava verið undir Vestmannabjørgunum og í Sandavági fingu tey eisini grindadráp við.
Tey siga, at ferðin í Føroyum hevur verið frálík.
Danska gentukórið kom til Føroyar fríggjadagin og frammanundan hava tey havt konsert í Sandavági.
Tey skuldu koma til Hvalbiar í gjárkvøldið og konsertin í kvøld er tann einasta á skránni í Suðuroy, tey steðga til hósmorgunin, tá ið tey fara av landinum aftur.
Fjølbroytt skrá
Skráin hjá kórinum er rættiliga fjølbroytt. Har er bæði nýtt og gamalt og gamalt í nýggjum sniði, bæði klassiskt, sangleikir og gospel.
Eitt nú fara tey at syngja ?Harra Gud títt dýra navn og æra? á donskum, men við tí føroyska lagnum, sum er ókent í Danmark, men sum Jens Mortan Mortensen hevur lagt til rættis fyri kórið.
Tey syngja eisini onkur klassisk sálmaløg, eitt nú ?Jesu bleibet meine freude? eftir Bach og ?Panis Angelikus? sum er eitt kent lag hjá Cesar Franck.
Harumframt fara tey eisini at syngja brot úr einum sangleiki, sum Hans Holm hevur skrivað um Jónas, sum endaði í bukinum á hvalinum , hetta er eitt rytmiskt lag. Uppi í tí rytmiska partinum hoyrir eisini nakrir gospelsangir, sum kórir syngur.
Tey syngja eisini onkrar kendar, danskar og svenskar sálmar, summir av teimum eru við tí gamla langum, men í nýggjum sniði,
Eftir konsertina fara kór og áhoyrarar í Missiónshúsið í Hvalba á kvøldsetu.