Nógv umrødda harðskapsmálið í Klaksvík um vikuskiftið, har løgreglumenn eru lagdir undir at hava verið harðligir við tveir 17 ára gamlir dreingir, skal nú kannast av danska løgregluliðnum Rejseholdet. Leiðari hjá løgregluni, Peter Thysen sigur við Miðlahúsið í dag, at harðskapsmálið í Klaksvík um vikuskiftið skal nú kannast av danska løgregluliðnum Rejseholdet.
Randi Jacobsen var um vikuskiftið vitni til, at tveir løgreglumenn gjørdi seg harðliga inn á tveir 17 ára gamlar dreingir.
-Teir vóru lagdir í hondjørn og bankaðir sundur, sigur Randi Jacobsen.
Løgreglan í Føroyum kann ikki taka sær av málinum, og tí skal danska løgregluliðið Rejseholdet nú taka støðu til, um løgreglumenninir nýttu sokallaðan harðskap av røttum ella órøttum.
-Eg dugi ikki at siga, um teir báðir løgreglumenninir bóru seg rætt at, sigur Peter Thysen, leiðari hjá løgregluni.