B68 hevur í hesum døgum vitjan av Mads Rosenberg, sum í fjør spældi við KA í Íslandi. Sáttmálin gekk út um ársskiftið og hann leitar nú eftir nýggjum avbjóðingum. Tað skrivar Bold.dk.
Hann skal venja við B68 fram til vikuskiftið. Mad ser verjuspælari og hevur eina fortíð í AGF, Odder, Brabrand IF, Aarhus Fremad og FC Hjørring.
Leiðslan í B68 hevur meldað út, at felagið skal í hvørtfall hava nýggjan málverja til komandi kappingár. Evrard Ble og Jann Ingi Petersen eru nýggir í hópinum í mun til liðið, sum vann 1.deild í fjør.