Danski KÍ málverjin er aftur á beinkinum

NSÍ hevur mest sum allar teir bestu tøkar, meðan skaðalistin í Klaksvík framvegis er langur

Klokkan 15 fer Alex Troleis at bríksla fyrstu ferð í Klaksvík, har føroyameistararnir í KÍ hava vitjan av uppflytarunum í NSÍ.

 

KÍ hevur aftur skift málverja. Ari í Haraldstovu Petersen sat á beinkinum í 2-0 tapinum í Gundadali ímóti B36. Hann er millum KÍ stólparnar í dag, og Mark F. Jensen er á beinkinum. Sammett við undanfarnu ferðirnar er Deni Pavlovic tøkur aftur eftir skaðasteðg. Jonn Johannesen og Børge Petersen, sum hava verið skaddir, eru á beinkinum.

 

Landsliðsspælarin Pætur J. Petersen er á beinkinum í dag, meðan Dan í Soylu, sum higartil hevur átt lítlan leiklut, síðani hann flutti til Klaksvíkar, er millum teir fyrstu ellivu.

 

Jákup B. Andreasen, Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru framvegis skaddir.

 

NSÍ venjarin Jens Wedeborg var í fyrraárið hjálparvenjari í Klaksvík. Í dag hevur hann Jasper Van der Heyden, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen í fremstu røð í Klaksvík. Einasti maður, sum ikki er tøkur, er Dion B. Splidt.