Danskir politikarar vita ov lítið um Føroyar

Misskiljingar standast av vantandi innliti í føroysk viðurskifti, heldur Pia Larsen, forkvinna í 21-mannanevndini, ið varð sett at taka sær av føroyskum viðurskiftum í sambandi við fullveldissamráðingarnar. Nú skal nevndin fremja sátt og semju millum danir og føroyingar

Marjun Dalsgaard
???????????????
21-mannanevndin hevur verið innihaldstóm, síðan landsstýrið slepti loysingini, og tí skal hon framyvir vera eitt slag av vinanevnd, sum skal fremja størri forstáilsi millum partarnar.
Fyri nøkrum árum síðani, tá Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg fóru til Danmarkar at samráðast um fullveldi, var 21-manna-nevndin sett. Her vórðu ymisk evni viðgjørd í sambandi við samráðingarnar, og nevndin kundi tykjast sum ein forðing fyri beinleiðis sambandi við stjórnina. Høgni Hoydal hevur verið ímóti, at nevndin virkaði, tí hann sá hana sum eitt parkeringspláss, har evnir vórðu parkeraði, ístaðin fyri at vera viðgjørd.
Forkvinnan í nevndini, Pia Larsen úr Vinstraflokkinum, sigur, at nú fullveldið ikki er so aktuelt longur, hevur hon roynt at definera uppgávuna hjá nevndini av nýggjum, heldur enn at niðurleggja nevndina.
- Nevndin varð sett at taka sær av málum í sambandið við fullveldisætlanina hjá føroyska landsstýrinum. Nú eru ikki so nógv politisk mál at taka støðu til í nevndini, men ístaðin fyri at niðurleggja hana, havi eg roynt at broytt hana til eitt stað, har danskir og før-oyskir politikarar kunnu tosa saman, sigur Pia Larsen.
Vinanevnd
Pia Larsen heldur, at danskir politikarir - kanska serliga teir nýggju - vita ikki nóg nógv um føroysk viðurskifti. Tað, teir vita, fáa teir gjøgnum fjølmiðlarnar og nøkur fá orðaskifti í fólkatingssalinum, tað heldur hon ikki vera nóg gott.
- Hóast vit øll duga danskt, tosa vit ikki sama mál. Misskiljingar eru ofta orsøkin, tá kegl og trupulleikar eru millum føroy-ingar og danir. Tí haldi eg, at vit skulu brúka 21-mannanevndina til eitt forum, har danir og føroyingar kunnu skapa kontaktir og læra eitt sindur um hvønn annan, sigur Pia Larsen og leggur aftrat í skemti:
- Tú kanst kalla tað eitt vinafelag.
21-mannanevndin var á vitjan í Føroyum í 2003, og løgtinginsins Uttanlandsnevnd hevur somuleiðis verið í Danmark á vitjan hjá 21-mannanevndini. Pia Larsen heldur, at hetta hevur verið væleydnað og vónar at Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal fara at taka fastar sessir í 21-mannanevndini.
- Til dømis kjakaðust við um fiskivinnu og danskir politikarir fingu høvi at seta seg inn í nøkur ser-føroysk viðurskifti. Eg veit til dømis, at Johan Dahl (úr sambandsflokkinum), sum var formaður fyri Uttanlandsnevndina, helt, at tað var eitt gott tiltak, og vit ætla at endurtaka tað í, sigur Pia Larsen. 21-mannavenvndin kemur væntandi til Føroyar í summar.
21-mannanevndin hevur ikki havt nakrar fundir í longri tíð. Nú er ætlanin at hava ein fund um árið, men forkvinnan leggur dent á, at tað ikki bara er hugnaprát.
- Tað er sjálvsagt ikki soleiðis, at vit bara sita og sussa og so siga: Farvæl - vit síggjast um eitt ár. Vit skriva eina frágreiðing, um hvørji evni vit viðgera, eins og eg kunni forsætismálaráðharran um, hvat vit tosa um, so nakað ítøkiligt kemur burturúr.
Vónar at síggja Høgna og Anfinn
Høgni Hoydal hevur ikki verið limur í 21-mannanevndini hetta tíðarskeiði, hann hevur verið í fólkatinginum.
- Eg havi ikki verið áhugaður í at vera í 21-mannanevndini, av tí at eingi mál hava verið viðgjørd har, tó hevur Lars-Emil Johansen verið í nevndini vegna Norðuratlantsbólkin, sigur Høgni og leggur aftrat, at Norðurat-lantsbólkurin fyrr hevur skotið upp, at ein nevnd verður sett, sum viðger øll føroysk og grønlendsk mál ístaðin fyri, at tey verða viðgjørd í fleiri ymiskum nevndum. Hann heldur tó, at fyrimunir og vansar eru við báðum og sigur, at teir hava ikki reiðiliga tikið støðu til tað enn. Sum er, verða flestu føroysku mál viðgjørd í Politisku-búskaparligu nevndini.
Pia Larsen vónar tó at síggja Høgna og Anfinn.
- Eg dugi at skilja, um Høgni ikki vil vera við av politiskum orsøkum, men eg vænti at Anfinn Kallsberg fegin vil vera við. Í øllum førum ætli eg mær at bjóða teimum báðum fastar sessir í 21-mannanevndini og vóni at síggja teir, sigur Pia Larsen.