Danskt-brasilskur spælari til KÍ

KÍ hevur gjørt eitt ára sáttmála við 27 ára gamla Patrik Da Silva. Patrik Da Silva er álopsinnaður vinstri bakkur, sum eisini hevur nógvar royndir sum vinstri vongur og sostatt kann røkja hesi bæði plássini, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 

- Styrkirnar hjá Patriki eru í álopsspælinum, og er hann ein kvikur og tekniskt sterkur spælari. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini, verður sagt.

 

Hann hevur umboðað Danmark í ungdómsdeildini og hevur millum annað spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið. Patrik spældi seinast við Lyngby í 2020 í donsku superliguni, men steðgaði síðsta heyst orsakað av serliga keðiligum umstøðum, sum endaðu við, at hann fekk ein treytaðan dóm.

 

- Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrik hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, og leggur afturat, at Patrik er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har millum annað spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.

 

- Vit gleða okkum til at bjóða Patriki vælkomnum til Klaksvíkar at gerast partur av spennandi KÍ-hópinum, leggur heimasíðan hjá KÍ afturat.