Danskt valstríð í føroyskum miðlum

Valstríðið til ES valið í Danmark sunnudagin er nú eisini komið á føroyskar miðlar, ið sum vera man nógvir føroyingar í Danmark lesa

Av teimum umleið 30.000 brúkarunum, sum eru á in.fo um dagin, eru eisini nógvir føroyingar í Danmark. Tí er in.fo eisini ein góður lýsingarmiðil í Danmark.

Hesum hevur danski flokkurin, Dansk Folkeparti, nú gjørt sær dælt av og keypt lýsingar á in.fo fram til valið.

– Eg havi fleiri ferðir havt høvi at vitja í Føroyum, og eg má siga, at eg eri hugtikin av føroyska fólkinum og sjálvræðiskensluni, stoltleikanum yvir egna tjóð og mentan, sum vit týðuliga merkja. Eg eri vísur í, at nógvir føroyingar tí skilja okkum, sum eru troytt av at verða stýrd úr Brússel. Tíbetur búgva nógvir føroyingar í Danmark, sum tí hava atkvøðurætt sunnudagin – og tí vóni eg, at teir vilja hjálpa okkum at hála eitt sindur av valdinum aftur frá ES, sigur Morten Messerschmidt í viðmerking við in.fo.