Danskur løgfrøðingur stjóri í Trygd

Trygd fingið nýggjan stjóra

Nevndin í partafelagnum Trygd hevur sett ein danskan løgfrøðing sum stjóra í felagnum. Tað er Christian C. Nielsen, sum er útbúgvin cand. jur.

Christian C. Nielsen, sum er 43 ár, tók løgfrøðiligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Århus í 1981.

Hann starvaðist frá 1981 til 84 sum løgfrøðiligur skrivari í Ankenævnet for Forsikring. Í 1984 var Christian C. Nielsen settur í starv í Forsikringsselskabet Østifterne gs., har hann eisini gjørdist deildarleiðari. Síðani 1991 hevur Christian C. Nielsen, sum deildarleiðari í GF For-sikring A/S, havt ábyrgdina av privatu tryggingunum hjá felagnum.

Christian Nielsen byrjar í starvinum sum stjóri í P/F Trygd tann 1. november.

Tryggingarfelagið Trygd, sum hevur ligið í dvala í eina tíð, ætlar sær nú at fara undir aftur at tekna tryggingar av ymsum slag. Hetta hendir eftir, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð avtikin frá 1. januar.


Óvist við hinum tryggingarfeløgunum

Um somu tíð sum P/F Trygd ger seg til reiðar at fara út í kappingina um tryggingarnar á føroyska marknaðinum, verður innan fyri stóra Tryggingarsamtakið tosað um, hvussu tey verandi tryggingarfeløgini skulu taka upp kappingina á einum marknaði, har einkarrætturin er avtakin. Eftir tí Sosialurin skilur, so er enn eingin avgerð tikin um, antin øll tryggingarfeløgini í samtakinum verða løgd saman sum eitt felag ella um tey fara at arbeiða hvør sær.

Ein spurningur, sum eisini hevur verið frammi í tjakinum, nú Føroya Banki er farin inn í tryggingarvirksemi, er hvat hin stóri peningastovnurin, Føroya Sparikassi, ger.