Borðtennis
Næst seinasta vikuskifti var danski venjarin fyri fyrstu ferð við til venjingar hjá feløgunum. Talan var um ein bruttohóp upp á 16 leikarar úr Tór og TBF, og saman við Peturi Niclasen varð so koyrt á leikararnar.
Sagt veðrur, at ætlandi skal danski venjarin vitja her á landi við jøvnum millumbilum, og er vónin, at hetta fyrst og fremst kann skapa ein størri áhuga fyri borðtennis í Føroyum.
Hartil er ætlanin sjálvandi eisini at hækka um støðið á føroyskum borðtennis, soleiðis at talan framyvir kann gerast um munandi harðari kapping millum leikararnar. Eitt nú hevur Petur Niclasen sjálvur verið mest sum einaráðandi innan ítróttina, síðani hann í 1984 fyri fyrstu ferð vann FM-heitið, og tað er sjálvandi ikki serliga mennandi fyri ítróttina.
Um Preben Larsen er annars at siga, at hann verður roknaður millum allar bestu venjararnar innan borðtennis í Danmark. Hann hevur útbúgving sum elituvenjari, og eitt nú er hann persónligur venjari hjá Christoffer Poulsen, sum spælir á danska landsliðnum, umframt at hann eisini venur fleiri aðrar danskar topp-leikarar.
Í Danmark er borðtennis í løtuni ein ítrótt í stórari framgongd. Team Danmark, sum hevur til endamáls at stuðla elitu-ítrótti, hevur fyri stuttum boðað frá, at teir síggja borðtennis sum eina ítrótt, har heilt stórir menningarmøguleikar eru.