Danskur urguleikari á Summartónum

Í røðini av summartónakonsertum verða í hesi vikuni tríggjar konsertir við urgutónleiki. Tað er urguleikarin, Poul S. Jacobsen, sum fer at spæla.

 

Poul S. Jacobsen virkar annars sum urguleikari við Vor Frue Kirke í Aarhus. Á skránni er millum annað nýskrivaður tónleikur eftir Sunleifi Rasmussen.

 

Sunleif Rasmussen hevur til hesar konsertir skrivað tríggjar urgukoralir yvir løg eftir Jógvan Waagstein.

 

Fyriskipararnir av Summartónum hava í hesum føri verið so hepnir, at Statens Kunstfond í Danmark hevur játtað fíggjað framleiðsluna av urgukoralunum.

 

Løgini, sum Sunleif hevur valt sum íblástur til urgukoralarnar, eru "Aldan brýtur", "Fýkur stormur" og "Summarmorgun".

 

Poul S. Jacobsen fer eisini at spæla urgukoral av Kára Bæk, kenda stykkið Fantasi og fuga í g-mol av J. S. Bach og tónleik eftir fronsku tónaskøldunum, Cesar Franck og Camille Saint-Saëns.

 

Konsertirnar við Poul Jakobsen verða hesar: Mikukvøldið 3. august klokkan 20 í Sandavágs kirkju, hóskvøldið 4. august klokkan 20 í Fuglafjarðar kirkju og leygardagin 6. august klokkan 11.30 í Havnar kirkju.