Deep Impact

14 ára gamli Leo Beidermann er við at finna kærleikan, tá hann finnur út av nøkrum heilt øðrum og sum er nógv óttafullari. Á eini teleskopmynd sær ein ein ljósglátti, eini nýggjari komet, sum verður uppkallað eftir honum. Men henda komet ber eisini við sær deyða mannaættarinnar!

Kometin, ein fleiri kilometra stór kúla av frystum gasssløgum og gróti, er á beinari kós ímóti jørðini og hóttir við einum samanstoyti.

Tann ógvusligi stoyturin kann prógva ástøðini um, hvussu dinosaurarnir doyðu út - við at rudda út lívið á jørðini - soleiðis, sum vit kenna tað.

Í skugganum av hesum deyðadómi uppføra menniskjuni seg á ymsar hættir. Í vóninum um at sleppa við lívinum verða grivin verjurúm, og rúmdarskip verða send út, sum skulu royna at fáa kometina av kós.

Nøkur handla í panikki, onnur við virðing fyri lagnuni - hvussu tað so skal enda?

Mimi Leder hevur leikstjórnað einum øðrvísi katastrofufilmi, ið fær hyggjararnar gjøgnum eina óttafulla bíðitíð á jørðini, við teirri desperatu missiónini í rúmdini, og líka fram til tey panisku sekund, tá tað snýr seg um lív ella deyða. Við sær á hesum ævintýri hevur hon Robert Duvall, Morgan Freeman, Téa Leoni og Elija Wood.

Filmurin hevði heimsfrumframførslu seinasta vikuskifti og spældi hann inn ikki færri enn 42 milliónir $ - í tríggjar dagar?!