22 fólk deyð í Beirut

Ísrael hevur afturvendandi lopið á syðra part av Beirut, har Hizbollah-felagsskapurin stendur sterkur. Tað er nógv meira sjáldsamt, at lopið verður á sentralt í Beirut, soleiðis sum Ísrael gjørdi í gjárkvøldið.

Sambært libanesiskum myndugleikum eru 22 fólk deyð og 117 løstað í ísraelskum álopum á Beirut í gjárkvøldið.

 

AFP veit at siga, at álopini vóru sentralt í libanesiska høvuðsstaðnum, og hetta er sambært tíðindastovuni deyðiligasta álopið higartil í krígnum.

Sagt verður, at ísraelsku álopini serliga vóru vend móti tveimum málum.

 

- Fyrsta málið var ein bygningur í átta hæddum í tættbygda al-Nuwairi-økinum, og hitt málið var ein bygningur í fýra hæddum í al-Basta-økinum.

 

Annar av hesum bygningum varð javnaður við jørðina, vita tíðindastovur at siga.

 

Reuters veit at siga, at annað av málunum hjá Ísrael var ein høgtstandandi persónur í Hizbollah.

 

Fleiri tíðindastovur siga í morgun, at Hizbollah-persónurin yvirlivdi atsóknina.

 

Eitt AFP-tíðindafólk hoyrdi tríggjar spreingingar, og tjúkkur roykur stóð upp úr bygningunum.

 

Ísrael hevur afturvendandi lopið á syðra part av Beirut, har Hizbollah-felagsskapurin stendur sterkur.

 

Tað er nógv meira sjáldsamt, at lopið verður á sentralt í Beirut, soleiðis sum Ísrael gjørdi í gjárkvøldið.