Myndin, sum er av skipaferðslu í Hormussundinum, er tilvildarlig

Tangaskip rakt av rakett nærindis Oman

Hendingin fer fram samstundis, sum spenningurin millum Iran og USA um eftirlitið við Hormussundið veksur

Myndin, sum er av skipaferðslu í Hormussundinum, er tilvildarlig

Eitt tangaskip er rakt av einari rakett út fyri Oman.

 

Tað veit bretska eftirllitstænastan, UKMTO (United Kingdom Maritime Trade Operations) at siga í morgun.

 

Hendingin fer fram samstundis, sum spenningurin millum Iran og USA um eftirlitið við Hormussundinum veksur. 

 

- Álopið hendi einar 13 fjórðingar í ein landsynning úr Limah í Oman, upplýsir bretska eftirlitstænastan.

 

Myndugleikarnir kanna nú hendingina.

 

Tað var hin 28. februar í ár, at USA og Ísrael lupu á Iran.

 

Hin 17. juni varð ein fyribils vápnahvíldaravtala fingin í lag millum Iran og USA, men líkt er ikki til, at nógv virði er í hesi avtalu í løtuni.

 

 

 

 

 

Myndin, sum er av skipaferðslu í Hormussundinum, er tilvildarlig