Aftaná at Kringvarp Føroya bóru tíðindi um, at bryggjaríið Faer Isles Distillery skjótt fer at kunna seta teirra fyrstu whiskeydropar á handilshillarnar, gav Jenis Kristjan Av Rana ilt av sær, tí at rúsdrekka sambært honum onki hevur at gera í Føroyskum samfelagslívi.
Grundgevingin er, at av tí at rúsdrekka kann elva til misnýtslu, er nýggja og føroyska framleiðslan hvørki nakað at fegnast um ella nakað sum hevur uppiborið at koma í útvarpið.
Í áratíggju hava vit havt eina fanatiska andstøðu í Føroyum móti bæði rúsdrekkaframleiðslu og rúsdrekkanýtslu.
Hon var móti liberaliseringina av rúsdrekkalógini í 1992, sum gjørdi undur fyri rúsdrekkamentanina í Føroyum.
Hon var móti at loyva bryggjaríini at bryggja sterkt, hóast tað onga ávirkan hevur havt á nýtsluna, og hevur bara bøtt um møguleikarnar hjá vinnuni at menna fleiri spennandi vørur.
Hon er móti at lata bryggjaríini selja sína egnu framleiðslu, sum frammanundan er absurd, enn einaferð tí mann heldur uppá at tað fer at økja um nýtsluna.
Hon er móti at matstovur kunnu innflyta rúsdrekka sjálvar, hóast tað onga ávirkan hevur á endabrúkaran.
Og nú tá eitt nýskapandi íverksetarafelag sum Faer Isles umsíðir, aftaná hart arbeiði og langa bíðitíð, endiliga kann heysta sínar fruktir, til gleði fyri sínar spentu kundar, skal slóðbrótandi fyritøkan hoyra politikarar leggja teir undir at syndra familjur og mannalagnur.
Hetta er ein snævurskygd mynd av rúsdrekka.
Rúdrekka er ein partur av samfelagnum. Sterka ølin hoyrur til afturvið breyðflísina við skerpikjøt, vínið hóskar seg væl til búffin, snapsurin kemur væl við í durðinum á Ólavsøku og Cider-dósin ger konsertina eitt sindur stuttligari. Harafturat er whiskey stuttligt at nørdast í, og kann eitt glas lyfta eina friðsæla løtu í lenistólinum upp í eina hægri eind.
Tað er bæði lov og í lagið at drekka rúsdrekka, og fólk skulu ikki útskammast fyri tað.
Rúsdrekkamisnýtsla er sjálvandi álvarsamt, og vit eiga at gera alt fyri at fyribyrgja misnýtslu.
Men hon hvørvur ikki við at innføra eitt formyndariskt forboðssamfelag, har Jenis av Rana skal verja øll fyri alt sum er synd og skomm.
Og framleiðsla og søla av rúsdrekka er fyrst og fremst vinnupolitikkur, har eldsálir dyrka nakað sum mannaættin hevur fingist við í fleiri túsind ár, og sum skapar arbeiðspláss og inntøkur.
Faer Isles hevur uppiborið stuðul fyri sítt slóðbrótandi virksemi, heldur enn moraliserandi peikifingrar.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður










