Deiggj á Ljósfest 2023

Deiggj hevur luttikið á konsertum uttanlands, har Uriah Heep fjepparar hava savnast.

Bólkurin Deiggj hevur sínar røtur á Tvøroyri. Bólkurin var stovnaður 6. september 1981, og tónleikararnir vóru av Tvøroyri og úr Havn.

 

Bólkurin gjørdi nógv við at spæla rocktónleik frá sjeytiárunum. Bólkurin hevur spælt løg hjá t.d. Uriah Heep, og hevur eisini skipað fyri Uriah Heep temakvøldum. Onkutíð luttók fyrrverandi Uriah Heep sangarin John Lawton, ið Deiggj ofta samstarvaði við, eftir at hesin hevði vitjað á einum Jóansøkufestivali á Tvøroyri.

 

Deiggj hevur eisini luttikið á konsertum uttanlands, har Uriah Heep fjepparar hava savnast.

 

Í 1985 kom útgávan Stormávaring, har t.d. sangurin Prúða Land gjørdist kendur. Hesin var eisini á útgávuni Ung um Aldarmótið.

 

Á Stormávaring luttóku eisini tónleikarar sum til dømis Jón McBirnie og Kaj Johannesen, sáli.

 

Í 2002 kom Deiggj við lagnum Í Mánalýsi.

 

Hóast mong ár á baki, so er bólkurin enn sera virkin, og í 2022 kom út lagið Hví Grætur Tú, har Deiggj m.a. samstarvar við Guðruna Sólju Jacobsen, sangkvinnu av Tvøroyri.

 

Manningin í Deiggj hevur tey seinnu mongu árini verið henda: Dennis Lave, Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen og Rani H. Christiansen.

 

Og hetta er eisini manningin, tá Deiggj fer á pall á Ljósfest í Vági 12. august 2013.

 

Síggj Deiggja í venjingarhølunum her:

 

Deiggj venja til Ljósfestina í Vági 12 august í 2023 - YouTube

 

 

 

Frammanundan eru hesi kunngjørd at spæla á Ljósfest 2023: Section, Hanus G. Johansen, Marius, Hjalmar og Dagfinn við bólki og Starlight.