FLOGBÓLTUR
Rúni Elttør er einamest kendur innan fótbóltsheimin, men í flogbólti kundi hann verið blivin kanska enn meiri kendur. Hann hevði spælt fleiri U-18 landsdyster í flogbólti, og hevði spælt fimm A-landsdystir eisini, tá hann í 1998, sum 18-ára gamal valdi at fara til skips, at forvinna sær pengar. Rúni kom ikki í gongd við flogbóltin aftur fyrr enn hann í drúgvu skaðatíðini hann var í, nærum alt síðsta kappingarár, fekk hann at fáa hug at royna seg aftur. Hann hevur vant nakrar ferðir við liðnum í ár, og fingið nakrar minuttir í onkrum dysti eisini, men enn hevur hann ikki fingið sítt stóra “comeback”.
Rætti vinnarin
Rúni er ikke seinur at viðurkenna, at tað var tað betra liðið, ið vann steypafinaluna. Hann helt ongantíð at Mjølnir veruliga fingu blokka størstu hóttanunum á SÍ liðnum, og tískil var tað í veruleikanum bara ein vegur.
- Vit fingu ikki vart upp fyri serliga Jón Nielsen, og tá ein spælari sum hann fær feril av at mótstøðuliðið kanska hevur ein off-dag, ja so verður man straffaður, sigur Rúni Elttør, ið er skuffaður av at hann og liðfelagar hansara ikki kundu vinna greipuna í ár. - Nú mugu vit noyðast við at vinna meistaraheitið, og tað fara vit eftir við fullari fer, sigur Rúni Elttør, ið er byrjaður at venja í fótbóltsfelagnum AB á Argjum, so hann verður kanska ikki so nógv at síggja til írestandi landskappingardystirnar hjá Mjølni.