Den Danske Bank hevur onga skyld

Fyrst vildu teir ikki hoyra talan um nakað endurgjald. Men eftir at hava granskað frágreiðingina um vikuskiftið, er leiðslan í Den Danske Bank komin til ta niðurstøðu, at teir nú vilja tosa um eitt møguligt endurgjald

Fríggjadagin kom so tann leingi vætnaða frágreiðingin frá bankakanningarnevndini. Og niðurstøðan var greið. Den Danske Bank hevði ikki sagt føroyingum allan sannleikan, um fíggjarligu støðuna hjá Føroya Banka.

Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank stendur, saman við Ricardi Michelsen, fyrrverandi tjóðbankastjóra og Eigil Mølgaard stjóri í Fíggjareftirlitinum, sum tann heilt stóri skálkurin.

Umdømið hjá Den Danske Bank, hevur av somu orsøk fingið nakrar djúpar skøvur, og tað er ikki nakað sum teimum dámar í Den Danske Bank.


Bankin svarar aftur

Tá tað gjørdist greitt, at bankin var tann stóri syndarin, boðaðu teir frá, at teir mánadagin fóru at koma við einum aftursvari til tað, sum sagt verður í frágreiðingini. Nú er svar teirra komið.

Í frágreiðingini slær Den Danske Bank fast, at orsøkin til »Føroya-málið«, er uppstaðið úr kreppuni í føroyska samfelagnum síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum.

Støðan hjá føroysku peningastovnunum var alt annað enn góð, og teir høvdu brúk fyri meiri peningi.

Føroya Banki fekk í desember 1992 332 mió. kr. frá Den Danske Bank, sum tá var høvuðspartaeigari.

Eisini Sjóvinnubankanum tørvaði pening. Í november 1992 fekk hann 475 mió kr. frá Landsstýrinum, og í februar 1993 fingu teir 350 mió kr. afturat.

Leiðslan í Den Danske Bank helt nú, at kappingin var farin av lagi, av teirri orsøk, at tað almenna Føroyar var farið inn í bankavirksemi gjøgnum Sjóvinnubankan. Tann 8. februar 1993 settu teir seg tí í samband við forsætismálaráðið, fyri at tosa um eina broyting í eigaraviðurskiftunum í føroysku bankunum.

Uppfatanin hjá bankanum var, at øll føroyska vinnan vóru kundar hjá báðum bankunum, og at tað tí var eitt gott hugskot at leggja bankarnar saman.

Samanleggingin fór eisini at gera eina umlegging av føroysku vinnuni lættari, var teirra meting.

Áheitanin hevði við sær, at samráðingarnar um, at føroyingar skuldu yvirtaka Føroya Banka byrjaðu.

Samráðingarnar endaðu sum kunngugt við, at Fíggingargrunnurin og Den Danske Bank býttu um partabrøv soleiðis, at Fíggingargrunnurin nú var høvuðspartaeigari í báðum bankunum, meðan Den Danske Bank var minnilutaeigari.

Partabrævabýtið hevði samstundis við sær, at Den Danske Bank ikki fór at seta meiri pening í Føroya Banka. Hetta vóru allir partar í samráðingunum greiðir yvir, eisini Føroya Landsstýrið.


Niðurstøðan í frágreiðingini

Tað hevur verið tosað nógv um, at Peter Straarup í marts 1997 hevur sagt, at Føroya Banka ikki fór at tørva meiri pening framyvir.

Til tað sigur leiðslan í Den Danske Bank, at teir ikki vistu at bankanum tørvaði pening. Samráðingarnar fóru fram stutt eftir at roknskapurin fyri 1992 var framlagdur, og Den Danske Bank hevði tá ikki fingið upplýsingar um, at Føroya Banka fór at mangla pening.

Tí meta teir ikki, at teir hava givið skeivar upplýsingar.

Frágreiðingin frá kanningarnevndini sigur, at Den Danske Bank m. a. hevur hildið upplýsingum aftur, um at Føroya Banki ikki lúkaði minstukrøvini fyri tøkan pening.

Til hetta svarar bankin, at allir partar í samráðingunum vóru greiðir yvir, at »likviditetsstøðan«í føroysku bankunum var hart spent, og at støðan hjá Føroya Banka var lýst í roknskapinum fyri 1992.


Trýstu føroyngar

Bæði bankin og Mogens Lykketoft fíggjarmálaráðharri hava fingið av at vita í fjølmiðlunum fyri at leggja trýst á føroyingar.

Frágreiðingin staðfestir, at bankin hevur framskundað arbeiði við útkastinum til avtaluna nógv meiri enn upprunaliga var ætlað.

Til tað svarar bankin, at teir ikki kunnu góðtaka hesa niðurstøðu. Teirra uppfatan var, og er enn, at málið hevði sera stóran skund. Føroyski búskapurin versnaði fyri hvønn dag sum gekk, og kundi bert rættast uppaftur um báðir bankarnir vórðu samanlagdir.

Niðurstøðan hjá Den Danske Bank er tí, at teir einki skeivt hava gjørt, og at tað tí ikki er grundarlag fyri einum endurgjaldskravi mótvegis bankanum.

Harafturat siga teir, at talan var um ein handil við Fíggingargrunnin og ikki við Føroyar.

Hóast tað er bankin sinnaður til, at tosa um eitt møguligt endurgjald til føroyingar, um tað vísir seg, at tapini uppá kundar í Føroya Banka eru størri, enn tapini uppá kundar í Sjóvinnubankanum.

Við hesum vónar bankin, at teir hava gjørt sítt til, at »Føroya-málið« fær eina skjóta loysn.