Deyðbóltarnir kveikja lív í

KÍ vann ongantíð tað inn­aftur, sum væl uppløgdu og fótfimu heima­menn­inir fyrstu løtuna syrgdu fyri

Tá ið klokkan vísti 15 min­uttir í góðveðrinum við Margáir, var tað avgjørt, at KÍ skuldi einki hava við sær til hús. Tá var EB/Streym­ur framman­fyri 2-0, og í sam­bandi við hesi bæði málini, og tá inn­skifti Gunnar Zachariasen mið­skeiðis í 2. hálvleiki økti um heima­leiðsl­una, var upprunin deyð­bólts­støður.
Liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen umsetti brots­spark til 1-0. Atli Danielsen var óheppin at brúka hondina eftir horna­sparks­støðu. Tá ið Niels Pauli Danielsen økti til 2-0, var tað eftir at Gert Hansen hevði lagt 60 metra frí­sparks­sending. Pól Jóhannus Justinussen snittaði víðari, og eftir at Arnbjørn Hansen og Leif Niclsen høvdu saman­spælt, setti væl upplagdi Niels Pauli Danielsen, sum hevði fýra mót­støðu­menn kring seg, bóltin í málið.
So var mótbrekkan tung hjá KÍ, sum fyrra partin av 1. hálvleiki var rent um koll av væl uppløgdu heima­monn­unum. Fram ímóti steðg­inum luktaði tað av KÍ máli. Bæði liðini misnýttu risa stórar møguleikar. Tá so heima­leiðslan varð 3-0, var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Nedende pyntaði um, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í mál eftir innlegg úr høgru:
– Fyrsta løtan var dýr fyri okkum. Tá høvdu vit als ikki tak á teimum. Tað eyndaðist at fáa skil á tingunum, men hóast vit leikliga síðani vóru á hædd við teir, so bar tað ikki til at vinna tað mista aftur, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein.