Føroya Eftirskúli hevur verið til nú í 5 skúlaár, og í løtuni koyrir tað sætta skúlaárið.
Í hesum sambandi var tiltak á Seglloftinum á Tvøroyri í dag.
Føroya Eftirskúli vildi við hesum serstaka degi varpa ljós á virksemi skúlans, og fortelja søguna um fyrsta eftirskúla í Føroyum.
Skúlastýrið handan Føroya Eftirskúla bjóðaði vælkomin og eisini var okkurt tónleikainnslag!
Fyrrverandi næmingar vóru við til løtuna, og greiddu frá hvønn týdning tað hevur haft fyri tey at gingið á eftirskúla í Føroyum.












