Tá Montenegro í EM-endaspælinum í manshondbólti í Oslo tapti 24-37 fyri Føroyum, var gamli franski stórleikarin, Didier Dinart landsliðsvenjari hjá Montenegro.
Didier Dinart sum hevur verið landsliðsvenjari hjá Montenegro farnu tvey árini fer nú í annan landsliðsvenjarasess.
Hann skal nevnliga venja landsliðið hjá Luksemborg.
Umframt at hava ábyrgdina av A-landsliðnum, so skal Didier Dinart eisini arbeiða við menningini av yngri leikarum.
Luksemborg hevur ikki verið til eitt endaspæl síðani 1958, tá teir kappaðust í HM-endaspælinum.
Til EM-endaspælið í 2028 er Luksemborg endað í einum torførum undanbólki saman við Svøríki, Norðurmakedonia og Grikkalandi.










