Fert tú á ólavsøku í ár?
- Vit eru heima og búgva rættiliga mitt í býnum, so ja. Fyri fyrstu ferð í nógv ár arbeiði eg ikki dagin eftir ólavsøku, so tað verður meira ólavsøka hesaferð enn vanligt.
Tað sigur Georg L. Petersen.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Sum oftast og tey nógvu seinnu árini hava vit verið heima. Vit hava altíð opið hús eftir kappróðurin, og eg haldi, at fólk vænta, at vit eru heima.
Hann sigur, at áðrenn tey sjálvi fóru at hava opið hús eftir kappróðurin á ólavsøku, vóru tey altíð heima hjá foreldrum hansara.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tá kasta vit allar ósemjur, politiskar sum privatar, til viks og standa saman sum eitt fólk.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Eg haldi, at ólavsøkan er munandi betur í dag, enn hon var, tá eg var yngri.
Georg heldur, at tað er meira ein hátíðardámur yvir henni, og tað dámar honum væl.
- So, eg dugi ikki at siga, um eg sakni nakað – haldi ikki, leggur hann aftrat.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Tað, sum stendur fastast í minninum, er hin 29. juli í 1989, tá eg og konan vórðu trúlovað. Tað gloymi eg ikki, sigur Georg L. Petersen.










