»Dimmalætting« vaknar úr dvala

Í gjár koma partafelagsnavnið »Dimmalætting« aftur í skránna hjá Skráseting Føroya.

2Í gjár koma partafelagsnavnið »Dimmalætting« aftur í skránna hjá Skráseting Føroya.

 

Tað var Poul Hansen, advokatur í Havn, sum keypti rovini eftir gomlu Dimmalætting. Tað var millum annað smápartafelagið D Media.

 

Hetta felagð varð stovnað, tí gomlu eigararnir ætlaðu at reka Dimmalætting víðari í nýggjum felag, meðan gamla felagið skuldi hanga upp á skuldina. Men tað gekk ikki. Sambært lýsing frá bústjóranum, so var eginognin hjá felagnum null krónur, tá tað varð selt. Felagið hevði ongan raksturhavt og hevði onga ogn og onga skuld. Men felagið átti nøvnini Sp/F Dimmalætting og Sp/F Amtstidende for Færøerne.

 

Umframt hetta partafelagið vóru aðrir smálutir og savnið við gomlu útgávunum av Dimmalætting.

 

Sambært partafelagsskránni, so hevur felagið nú havt aðalfund, at Sigmund Poulsen er farin frá sum stjóri, og nýggi eigarin, Poul Hansen, er komin inn sum stjóri.