Djóni er Danmarksmeistari í Judo

11 ára gamli Djóni Askham gjørdist Danmarksmeistari í Judi í gjár, og um ein mánað skal hann enn einaferð kappast í Judo, hesaferð í Hollandi.

11 ára gamli Djóni Askham gjørdist Danmarksmeistari í Judi í gjár, og um ein mánað skal hann enn einaferð kappast í Judo, hesaferð í Hollandi.

Djóni Askham er føroyingur, hóast hann ongantíð hevur búð í Føroyum. Pápi hansara er Rene Askham úr Havn, og mamman eitur Janny Askham, og er úr Sandavági.

Rene og Janny hava búð niðri síðani einafer mitt í 90'inum, og børn teirra hava altíð búð í Danmark.

Djóni hevur gingið til Judo í seks ár, og hann varð sera spentur í gjár, tá ið hann kempaði um meistaraheitið.

- ja tað var orduliga spennandi, og so stuttligt at vinna, sigur Djóni

Rene, pápi Djóna, sigur, at Djóni dámar sera væl at trena Judo, og hann gongur øgiliga høgt uppí tað.

- Tað eru nógvar stevnur um veturin í mongum ymiskum londum, og hvis tað var upp til Djóna fór hann við til allar, sigur Rene.

Tær flestu kappingarnar eru í Danmark og í Svørríki, men Djóni hevur eisini kempa í m.a. Týsklandi. Komandi mánað gongur leiðin til Hollands, og har hevur hann ikki verið áður.

Djóni gongur til Judo í Amager Judo, og tað er vinarklubburin hjá teimum í Hollandi, sum skipað fyri kappingini, ið Djóni skal luttaka í.

- eg eri orduliga spentur til at kempa í Hollandi, og havi trena nógv, sigur Djóni at enda.