VIDEO: Týskland vann á Spania og endaði ovast í EM-bólki A

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Spania 34-32 (17-15)

Alfreð Gíslason, landsliðsvenjari hjá Týsklandi kundi fegnast um gott avrik móti Spania (Mynd: Ritzau Scanpix)

Týskland og Spania hava vunnið seg víðari til EM-millumumfarið úr innleiðandi bólki A, ið er spældur í Boxen í Herning.

 

Og tað verður Týskland, ið tekur tvey stig við sær til Millumbólkin, ið verður leiktur í Boxen í Herning.

 

Týskland hevði aftaná skelkandi 27-30 tapið fyri Serbia knívin á barkanum undan dystinum móti Spania. Men týskarar vunnu dystin 34-32, og endaðu við at vinna bólkin. Í steðginum vóru týskarar á odda 17-15.

 

Renārs Uščins var við átta málum toppskjútti hjá Týsklandi. Toppskjútti hjá Spania var Jan Gurri við sjey málum. 

 

Í sama bólki tryggjaði Eysturríki sær triðja plássið í bólkinum við at vinna 26-25 á Serbia. Í steðginum var Serbia á odda 13-12.

 

Tobias Wagner var toppskjútti hjá Eysturrík, og Nemanja Ilić var toppskjútti hjá Serbia. Teir skutu seks mál hvør. 

 

Úrslitini í bólki A:

 

15. januar: Spania – Serbia 29-27

 

15. januar: Týskland – Eysturríki 30-27

 

17. januar: Eysturríki – Spania 25-30

 

17. januar: Serbia – Týskland 30-27

 

19. januar: Eysturríki – Serbia 26-25

 

19. januar: Týskland – Spania 34-32

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá sigrinum hjá Týsklandi á Spania:

 

##med2##

 

 

 

Alfreð Gíslason, landsliðsvenjari hjá Týsklandi kundi fegnast um gott avrik móti Spania (Mynd: Ritzau Scanpix)