VIDEO: Norsku vertirnir taptu fyri Fraklandi í EM-bólki C

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Frakland-Noreg 38-34 (20-17)

Sander Sagosen var við níggju málum toppskjútti hjá Noregi (Mynd: Ritzau Scanpix)

Tað verður Frakland, ið tekur tvey stig við sær til EM-millumumfarið, meðan Noreg einki stig fær við sær til millumumfarið.

 

Norska heimafjøldin sá Noreg í bólkafinaluni í bólki C tapa 34-38 fyri Fraklandi í Unity Arena. Í steðginum vóru fraklendingar á odda 20-17.

 

Toppskjútti hjá Noregi við níggju málum var Sander Sagosen. Hugo Descat var við seks málum toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum.

 

Í dystinum um triðja plássið vann Kekkia 38-29 (17-14) á Ukraina.

 

Jonáš Josef var stórskjútti hjá Kekkia við heili 15 málum. Toppskjútti hjá Ukraina var Ihor Turchenko við níggju málum.

 

Frakland vann bólkin við seks stigum. Noreg hevur fýra stig, Kekkia hevur tvey stig, og Ukraina endaði aftast við ongum stigi. 

 

Úrslitini í bólki  C:

 

15. januar: Frakland – Kekkia 42-28

 

15. januar: Noreg – Ukraina 39-22

 

17. januar: Ukraina – Frakland 26-46

 

17. januar: Kekkia – Noreg 25-29

 

19. januar: Kekkia – Ukraina 38-29

 

19. januar: Frakland – Noreg 38-34

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Frakland-Noreg 38-34 (20-17):

 

##med2##

 

Sander Sagosen var við níggju málum toppskjútti hjá Noregi (Mynd: Ritzau Scanpix)