Dómur um 150 milliónir í endurgjaldi fellir klokkan 9

Klokkan 9 í morgun fellur dómur í málinum ímóti leiðsluni í Eik Banka

Talan er um málið hjá teimum trimum oddamonnunum í kollsiglda Eik Banka, Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg, sum í Føroya Rætti vórðu dømdir at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet, ið verður avgjørt í Eystara Landsrætti nú klokkan 9. Tí tá felllur dómur í málinum.

Teir tríggir vórðu í Føroya Rætti 18. november í 2019 dømdir at rinda Finansiel Stabilitet tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi fyri teirra leiklut í húsaganginum hjá gamla Sparikassanum, Eik Banka, sum varð endurreistur og nú eitur Betri Banki. Teir kærdu dómin til landsrættin.

Verjar hjá teimum trimum eru føroysku advokatarnir Ingi Højgaard, Christian F. Andreasen og danski advokaturin Søren Lundsgaard.

Sambært skránni hjá Eystara Landsrætti snýr málið seg um »Civil ankesag. Sagen vedrører: Erstatning, ansvarsgrundlag«.

Klokkan 9 verður dómurin kunngjørdur, sum teir tríggir landsrættadómararnir Ole Græsbøll Olesen, Birgitte Grønborg Juul og Mikael Friis Rasmussen hava felt.

##med2##