Hóast sera væl umtókta danska útgávan av sendingini ?X Factor? hevur fingið sera nógva umrøðu, hevur DR valt at droppa sendingina. Ístaðin fyri ?X factor? fer DR nú undir at skipa fyri kappingini ?Got Talent?, sum eisini hevur verið sera væl umtókt í útlondunum. Sendingin fekk sera góð ummæli, tá ið enski fartelefonseljarin Paul Potts vann bretsku kappingina og harvið skrivaði seg sjálvan inn á hittlistunum kring heimin.
Jan Lagermand Lundme, sum er stjóri fyri undirhaldi á DR, sigur um nýggju kappingina, sum á donskum fer at eita ?Talent 2008?:
- Við ?X Factor? arbeiddu vit nógv við sangi, men nú vilja vit víðka um kappingina. Í ?Talent 2008? ber alt til. Ætlanin handan sendinga er at finna størsta talentið í Danmark og vinnarin fær 250.000 kr.
Tó fer ?X Factor? heilt víst at koma aftur seinni, lovar hann.