DR kannar hvat hendir tá ið fólk doyggja

At doyggja er tað mest natúrliga í verðini, og eingin sleppur undan tí. Men av onkrar orsøk tosa vit ikki so nógv um deyðan, hóast hann er ein partur av lívinum hjá øllum. Men í hesum døgum vísir DR eina sendirøð, har Anders Lund Madsen fylgir tveimum monnum, sum liggja fyri deyðanum, og hann kannar hvat hendir hesa seinastu tíð í lívi teirra.

 

Anders Lund Madsen hevur fingið loyvi til at fylgja Finn og Søren, sum báðir liggja fyri deyðanum. Hendan sendirøðin hevur vakt stóran ans í Danmark, tí hon lýsir væl eina støðu, sum tey flestu einki kenna til.

Finn og Søren eru vinmenn, og nú mugu teir siga farvæl við lívið og við hvønn annan.

 

Anders fylgir teimum inntil teir doyggja. Hann hevur sett sær fyri at finna útav hvat hendir, tá ið fólk doyggja. Umframt at vera borin í heim, er deyðin nakað av tí mest natúrliga sum er. Men hví tosa vit so ikki um tað, spyr Anders Lund Madsen á heimasíðuni hjá DR.

 

Í fimm sendingum fer Anders Lund Madsen at kanna hvat hendir áðrenn vit doyggja, tá vit doyggja og aftaná vit eru farin. Á heimasíðuni hjá DR kanst tú síggja sending eitt og tvey, og hinar var at síggja á DR hvørt hóskvøld.