Dráttur føroyameistari

Vágagenturnar høvdu tamarhald á nervunum í seinasta dystinum, og eftir 3-0 sigurin var greitt, at Dráttur er meistari í kvinnuflogbólti

 

Dráttur ? Fossánes 3-0 (25-13, 25-9, 25?15)


Flogbóltur, kvinnur


Síðani 10. februar hevur Dráttur sitið við bestu kortunum í dystinum um føroya-meistaraheitið í kvinnuflogbólti 2001.

Men treytirnar hava verið beinharðar: hvør tann einasti dystur skuldi vinnast 3-0, tí ella kundi roknast við, at Mjølnir streyk avstað við FM-heitinum.

Staðið nógv á

Stundum hevur staðið nógv á vágaliðnum hesa tíðina, t.d. móti ÍF fyri trimum vikum síðani, og móti TB fyri tveimum vikum síðani, tá Dráttur við bit og slit fekk teir kravdu 3-0 sigrarnar í hús. Men tað gekk, og í dag kundi Dráttur vinna føroyameistaraskapin, vunnu tær dystin móti Fossánesi 3-0. - Hendan setningin greiddu Drátturkvinnurnar til lítar, og tunga okið sum hevur ligið á herðum leikarana varð tikið av, og armarnir hevjaðir upp í loft í fullsettu høllini á Giljanesi, nú vágagenturnar endiliga kundu kalla seg føroyameistarar.

Í samrøðu við Útvarp Føroya, segði Elisabeth Rasmussen hjá Drátti, at tær hava havt eitt sera gott lið í ár, við sera góðum álopsleikarum. Hon nevndi eisini at nógvir ungir leikarar eru í felagnum, sum fara at gera um seg í framtíðini, so framtíðarvánirnar eru sera góðar. Hon helt eisini sjálv, at Mjølnir er betri í ár, enn tær vóru í fjør, men at Dráttur kortini var tað betra liðið í ár.

Samanumtikið

Kappingin hjá kvinnumnum hevur í ár verið sera spennandi. - Tey bæði Dráttur og Mjølnir vístu seg skjótt at vera í serflokki. Í fyrstu styrkiroyndini sum var, FK kappingin, vann Dráttur 3-1 á Mjølni í finaluni, so her vóru ábendingar um, at Dráttur av álvara ætlaði sær okkurt í ár.

Tvær vikur seinri var so fyrsti landskappingardysturin teirra millum. Hann vann Mjølnir 3-2. Dráttur førdi annars 2-0, men so skrædnaði, og Mjølnir vann næstu settini uttan hóvasták.

Tríggjar vikur seinri møttust Dráttur og Mjølnir á øðrum sinni í landskappingini. Her vann Dráttur 3-1, og hesin 3-1 sigurin skuldi seinri vísa seg at verða gull verdur.

Hini liðini í kappingini formáddu ikki at taka nakað stig frá Drátti og Mjølni, so tað var í innanhýsis dystunum, at avgerandi fyrimunirnir skuldu vinnast.


Gullroykur í Klaksvík

28. januar var aftur dystur millum Drátt og Mjølnir. Hesaferð átti Mjølnir tørn at vinna. 3-2 var úrslitið, og yvirskriftin í umrøðu av dystinum var »Gullroykur í Klaksvík!«

Men enn vóru ikki allar súðir siftar. Ein dystur var eftir millum Drátt og Mjølnir og 10. februar skuldi endaliga slagið standa í Klaksvík. Hetta gjørdist eitt satt brak av einum dysti, har liðini skiftust um at liggja á odda. Men endin varð, at Dráttur vann dystin 3-2 og nú vóru tað knappliga tær ið sótu við trumfinum í hondini.

Vinna restina

Tí nú vóru liðini púra jøvn í stigum og settmunurin var eisini hin sami. Tískil vórðu tað nú innanhýsis dystirnir, sum avgjørdu føroyameistaraskapin. Og her var Dráttur 1 sett betri enn Mjølnir.

Arbeiðssetningurin hjá Drátti var hereftir sera einfaldur, umenn harður: "Vinna tit restina av dystunum 3-0, so eru tit føroyameistarar!"

Henda setning greiddu tær, sum vit vita, til lítar og Dráttur er nú Føroyameistari!

Sosialurin ynskir Drátti hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum.