Seinasti luttakarin, ið ikki er nøgd við at verða víst í filminum um Borat, er sambært dr.dk Cindy Streit, ið rekur eitt felag í Alabama, sum lærir fólk fólkaskikk. Í filminum gevur Borat m.a. Cindy ein posa við avførningi. Hon sigur, at hon fekk at vita, at talan var um ein dokumentarfilm, ið einans skuldi vísast í Hvítarusslandi og ikki um ein heimsumfatandi skemtifilm. Sambært 20th Century Fox so er hetta tvætl, talsmaður hjá filmsfelagnum Gregg Brilliant sigur, at filmsfelagið gjørdi ein veruliga avtalu við Streit og hon fekk somuleiðis gjald fyri hesa avtalu. Men 59 ára gamla Cindy umhugsar nú eitt rættarmál, skrivar dr.dk.