Dramatikkur í grannauppgerð

Neistin-H71 33-29 (13-12):

Neistin staðfesti støðuna sum besta lið í høvuðsstaðnum, men ein rokmikil dystur móti hoyvíkingum skuldi til, áðrenn stigini vóru fingin til høldar

 

Hondbóltur - menn


Eftir dystin móti grannunum úr Neistanum stendur tað mest sum fast, at vónirnar hjá H71 um eitt pláss í oddinum eru burtur, og at talan ístaðin verður um eitt stríð um bronusmerkini.

Mett eftir stigatalvuni hava hoyvíkingarnir annars verið liðið, sum hevur havt størstan møguleika at gera nakað við oddin, men munurin tykist longu nú somikið stórur, at hetta bert verður ein spurningur millum Neistin og VÍF.


Spennandi dystur

Tað var tó ikki soleiðis, at hoyvíkingar als einki kundu gera við Neistan sunnudagin. Teir høvdu so avgjørt sínar møguleikar, og til tíðir vóru tað eisini teir, sum sýndu betra spælið í einum ógvuliga hart spældum dysti.

Í málum var munurin tó ongan tíð stórur. Liðini bæði skiftust um at vera á odda, og sum vera man, so helt hetta alla tíðina nervina í dystinum.

Gongdin í seinna hálvleiki var ikki ólík teirri í fyrra umfarinum. Munurin var lítil, men nú tóktist tað tó sum um, at Neistin hevði fingið eina lítla yvirvág. Serstakliga syrgdu mongu skoringarnar frá John Petersen fyri, at bláu grannarnir hildu seg frammanfyri, men hinvegin vóru hvørki Bjarni ella Halgir sørir hjá gestunum.

Dramatikkurin náddi hæddarpunktinum, tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika. Eftir samanbrest millum Halger og Hans Áka gjørdu dómararnir av, at báðir skuldu rekast av vølli, og hetta hóvaði hvørki áskoðarum ella venjarum hjá pørtunum báðum. Í løtunum eftir hetta var tað tó Neistin, sum dugdi betri at halda høvdið kalt, og tí kundu teir eisini tryggja sær sigurin.


Bæði móti VÍF

Við tveimum dystum eftir í grundspælinum tryggjaði Neistin sær eisini, at teir í øllum førum halda fast um annað plássið í deidini, tá farið verður í stutta vetrarsteðgin.

Spurningurin er, hvørt teir kunnu vinna seg longur upp, og hetta fæst at vita, tá teir um eina viku skulu til Vestmanna at royna seg.

Tað vikuskiftið hava hoyvíkingar frí, men beint undan jólum kunnu teir tó gera ein vørr, tá VÍF kemur á vitjan. Ein dystur, har bæði hoyvíkingar og neistamenn uttan iva fara at halda við teimum hvítu.


Dysturin í tølum

Neistin-H71 33-29 (13-12)

Málskjúttar:

Neistin: John Petersen 12, Heini Joensen 8(4), Jacob Jónsson 4(1), Áki Mørk 3, Kári Mortensen 2, Elmar Ósá 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2

H71: Bjarni Wardum 9(1), Olaf Vestergaard 7, Halgir Dahl Olesen 7, Finnur Hansson 3, Kristjan Petursson 2, Hallur Danielsen 1

Brotskøst: Neistin 6, H71 3

Útvísingar: Neistin 3, H71 7

Diskvalifikatiónir: Neistin 1, H71 1 (Í báðum førum beinleiðis reytt)

Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen.