Drápsmaður tikin av døgum í Texas

- Eg skyldi tykkum alt mítt lív, og eg vóni, at tit einaferð fara at fyrigeva mær, segði 41 ára gamli, Ramiro Gonzales.

41 ára gamli, Ramiro Gonzales, sum var dømdur til deyða fyri at hava rænt, neyðtikið og dripið eina 18 ára gamla kvinnu í 2001, er tikin av døgum í Texas.

 

Maðurin varð staðfestur deyður klokkan 18.50 lokala tíð í gjár. Tað var í Huntsville-fongslinum, at hann fekk eitursproytuna, sum tók lívið av manninum.

 

Í sínum seinastu orðum, áðrenn hann fekk sproytuna, harmaðist hann um familjuna hjá ungu kvinnuni, sum hann rændi, neyðtók og beindi fyri.

 

- Eg vil brúka hetta høvi til at harmast. Eg skyldi tykkum alt mítt lív, og eg vóni, at tit einaferð fara at fyrigeva mær, segði Ramiro Gonzales.

 

Beiggi kvinnuna, sum hin nú avrættaði tók av døgum, var hjástaddur, tá deyðarevsingin varð framd.

 

Sakførarar hjá Ramiro Gonzales stríddust móti deyðadóminum til seinastu løtu.

 

Teir førdu fram, at maðurin tók ábyrgd av illgerðini og ikki longur var til ampa fyri samfelagið.

 

Avrættingin er hin áttanda í USA higartil í ár, og millum mongu miðlarnar, sum bera tíðindini um avrættingina, er eitt nú tíðindastovan, NTB.