Dreingirnir úr Klaksvík eru óførir

5-mannafør dreingir: Klaksvíkar Róðrarfelag hevði tríggjar bátar við í kappingini, og Fípan Fagra vann á Heyki

Tað spruttar við lívi í kappróðrinum í Klaksvík. Fyrr í dag vunnu genturnar á Fípuni Føgru barnaróðurin millum gentur, og nýggi báturin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, Sævarmoy, endaði á triðja plássi.

Á norðoyastevnu vunnu dreingirnir úr Hósvík umborð á Heyki kappingina millum 5-mannafør við dreingjum, og teir vunnu aftur á Skálafjørðinum, men tá var tað í øgiligari kapping við Fípuna Føgru.

Í dag vóru tað hesir báðir bátarnir, sum vóru fremstir mest sum allan teinin, men tað varð ikki so spennandi í dag, sum tað var á Skálafjørðinum.

Fípan Fagra fekk skjótt stavnin og skutin framum, og tá ið stóra feltið nærkaðist málinum, var Fípan Fagra eina bátslongd undan Heyki.

Royndin Fríða úr Vági endaði á triðja plássi.

At tað er nógv lív í kappróðrinum í Klaksvík sást aftur í, at tríggir bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag luttøku í hesum róðrinum. Sævarmoy endaði á fimta plássi – aftanfyri Drekan hjá Havnar Róðrarfelag – og Tekla endaði aftari í røðini.

 

1 Fípan Fagra              05:14.33

2 Heykur                     05:17.21

3 Royndin Fríða          05:19.39

4 Drekin

5 Sævarmoy