Eftir sigrar á Svøríki og Onglandi mátti føroyska U 17 landsliðið lúta fyri Noreg í hálvfinaluni í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast.
Noreg vann dystin 3-1 harav seinasta settið endaði 25-23, so talan var um ein javnan dyst móti endanum, sum í seinasta settinum kundi fara báðar vegir.
Liðið skal tí í morgin klokkan 12 spæla um bronsuna – hesin dysturin verður antin ímóti Finlandi ella Svøríki, men sum Finland hevur spælt higartil, so sær út til, at tað aftur verður Svøríki, sum verður mótstøðuliðið. Svøríki og Finland spæla seinni í kvøld.
Dysturin í morgin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/
Nú klokkan 18.30 spæla genturnar hálvfinalu í somu kapping móti Danmark. Tann dysturin sæst eisini á leinkjuni omanfyri.
Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.