Drekin Reyði nógv bestur

Fyrsta umfar í kappingini Ódnartak var leygardagin í Havn.

Leygardagin var fyrsta umfar í kappingini Ódnartak á Havnarvág. Róð var á Vestaru Vág, undir sonevndu ískaiini.

 

Fleiri av róðrunum vóru sera javnir, og ofta mátti málfoto til, fyri at finna vinnaran.

 

HJá fimmmannaførum gentum var kappingin sera hørð. Einans 14 millisekund skiltu nummar eitt og nummar tvey, fyri allar tríggjar róðrarnar tilsamans. Men hóast tað, so var altíð sami vinnari. Firvaldur av Tvøroyri vísti seg sum sterkasti báturin, hvat spurtinum viðvíkur. Teir vunnu allar tríggjar róðrarnar, meðan Drekin gjørdist nummar tvey og Jallurin nummar trý.

 

Hjá seksmannaførum við monnum var eingin ivi um, hvør var sterkastur. Páll Fangi í Klaksvík vann allar tríggjar róðrarnar. Tað var tó í sera harðari kapping við Rádna, Gongurólv og Jarnbard. Rádni og Gongurólvur endaðu javnir á øðrum plássi fyri dagin, meðan Jarnbardur endaði á fjórða plássi.

 

 Hjá fimmmannaførum við kvinnum er eingin ivi um, hvør er best í spurtinum. Erla Kongsdóttir vann allar tríggja róðrarnar sannførandi, í eina róðrinum vóru tær yvir eitt sekund fyrr á mál enn nummar tvey. Teistin varð næstbest, meðan Jallurin varð nummar trý.

 

Seinasti bólkurin vóru tíggjumannaførini, og eins og hjá fimmmannaførum við kvinnum var eingin ivi um, hvør var sterkast. Drekin Reyði vann allar róðrarnar sannførandi, í tveimum róðrum fór sigurin at tátta í tvey sekund yvir næsta bátinum. Raðfylgjan í teimum trimum róðrunum var hin sama. Nummar tvey gjørdist Havnarbáturin og nummar trý gjørdist Ormurin Langi.