lækkandi tali á burðarførum kvinnum, síðani fyrst í 90´unum
einum tí lægsta tilflytaratalinum síðani 1994
føroyskum útisetum sum tilvitað velja Føroyar frá í sínum framtíðarætlanum
einligum mammum og børnum teirra sum flyta av landinum fyri at yvirlivað
Hóast hesi mongu ávaringartekin seinastu nógvu árini, hava nógvir løgtingslimir heldur brúkt tíðina uppá at diskuterað bagatellir sum t.d. upplatingartíðir sunnumorgnar fyri keyp av morgunbollum, ella dreymar um føroyska flaggið á einum trappusteini í ST-bygninginum í New York og støðu Føroya til Afghanistankríggi.
Allir føroyingar – høgur sum lágur - hava nú fingið NOKK av skattatrýstinum. Skatturin SKAL lækkast, um ikki bæði føroyingar og føroysk virkir skulu stinga í sekkin. Tað nýttar onki bert at kallað skattin fyri avgjøld í staðin, ella at innføra “ØVUNDSJÚKUSKATT”, ella at flyta almennar útreiðslur yvir á herðarnar á borgarum og vinnu, tí samlaði landsbúskapurin broytist onki av at pynta fíggjarlógina við at flyta ”apurnar” til nøkur onnur at gjalda.
Er nøkur orsøk at undrast hví føroyskir útisetar ikki hava hug at venda heimaftur ?, hví einligir forsyrgjarar stinga í sekkin ?, ella hví vinnulívið ikki hevur hug ella fíggjarliga orku at gera størri íløgur ?
NIÐURBRÆÐINGIN ER BYRJAÐ, og tað skal ein VERULIG SKATTALÆKKING til, fyri at venda gongdini, soleiðis at Føroyar aftur gerast eitt gott og liviligt land at búgva og virka í.