Hvør er tín dreymabilur?
Navn: Ingun Schiller
Bústaður: Tórshavn
Starv: Lærari
Hvat bilmerki var tín fyrsti bilur?
BMW 320i.
Hvat stressar teg í ferðsluni?<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ert tú tolin sjálv, so er einki sum stressar. Men fólk sum geva sær ov góða tíð í ferðsluni <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ soleiðis at tað tarnar okkum øðrum, gera meg ótolna&
Hevur tú nakrantíð fingið bót í ferðsluni?
Ja!
Hvør er tín dreymabilur?
Eg havi ikki beinleiðis nakran dreymabil, men í Universal Studio í Los Angeles sá eg ein sera stuttligan bil. Tað var Night Rider, sum er kendur úr sjónvarpsrøðini við sama navni, har David Hasselhoff var høvuðspersónur.
Tað sermerkta við bilnum í filminum var, at hann kundi tosa. Tað kundi hann eisini, tá hann varð sýndur fram. Hann setti tær spurningar, eitt nú hvaðani tú komst frá, og so svaraði hann eisini aftur, tá tú setti honum spurningar.
Annars kann eg skoyta uppí, at mær dámar væl BMW X5.
Hvørjum bili koyrir tú í til dagligt?
Toyota Corolla Verso