Drigið er til yngru steypakappingarnar í fótbólti

Talan er um seks steypakappingar hjá teimum yngru

Jacoba Langgaard stóð fyri lutakastinum hjá U13 og U16 gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar: 

 

- Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá U21, U18, U15 og U13 hjá dreingjum, og í steypakappingunum hjá U16 og U13 hjá gentum

 

——————

 

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í steypakappingunum í yngru deildunum.

 

Hjá dreingjunum var tað Christian Høgni Jacobsen, ið stóð fyri lutakastinum, meðan Jacoba Langgaard trekti lut hjá gentunum.

 

Yvirlit yvir allar steypakappingarnar sæst H E R

 

Mánakvøldið, aftaná dystin millum Víking og HB, verður lutakast um, hvussu spæla skal í fyrstu umførunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum og monnum. Skrivar FSF.

 

Jacoba Langgaard stóð fyri lutakastinum hjá U13 og U16 gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen