Iran skal gevast við at leypa á sivila skipaferðslu

- Vit eru til reiðar at geva okkara íkast fyri at tryggja, at skipaferðslan í Hormussundinum verður trygg, siga fleiri lond í einari felags fráboðan

 

Fleiri lond finnast nú at Iran fyri í praksis at hava stongd Hormussundið.

 

Hormussundið er siglingarleiðin inn og út úr Persaraflógvanum, haðani umleið 20 prosent av øllum gassi og olju í heiminum kemur.

 

Í einari felags fráboðan krevja londini, at Iran í stundini gevst við sínum álopum við dronum og minum á sivila skipaferðslu í sundinum.

 

- Vit eru til reiðar at geva okkara íkast fyri at tryggja, at skipaferðslan í Hormussundinum verður trygg, siga fleiri lond í einari felags fráboðan.

 

Londini, sum higartil standa aftanfyri fráboðanina, eru: 

 

Stórabretland, Frakland, Týskland, Italia, Niðurlond, Japan, Kanada, Suðurkorea, Ný Sæland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Litava, Estland, Lettland, Slovenia, Kekkia, Rumenia, og Bahrein.

 

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í kvøld.