Dronan brast umleið ein kilometur frá einari bulgarskari kompressarastøð, sum er partur av einari gassleiðing úr Turkalandi til Ukraina. Sprongistaðið var eisini bert 200 metrar frá einari rumenskari kompressarastøð við somu leiðing.
Sambært bulgarska verjumálaráðnum benda fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send inn í Bulgaria við vilja.
Ein talsmaður hjá ukrainska uttanríkismálaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini.
– Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava beint nakað hernaðarútgerð móti Bulgaria, sigur talsmaðurin.
Dronan kom inn í bulgarskt loftrúm klokkan 8.10 lokala tíð og brast stutt frá markinum til Rumenia.
Hvørki bulgarsku ella rumensku myndugleikarnir varnaðust dronuna, áðrenn hon brast.
Rumen Radev, forseti Bulgaria, sigur, at hetta vísir, at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur.
Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulgarsk-rumenska markinum verður økt.
Leveringin av framkomnum radarskipanum til bulgarska herin er seinkað, men sambært Radev fara myndugleikarnir nú at seta ferð á arbeiðið.
Vesturlendskar stjórnir hava sett fleiri dronuhendingar í samband við kríggið millum Russland og Ukraina. Vaksandi talið av slíkum hendingum hevur skapt ótryggleika millum Nato-londini og økt trýstið fyri at styrkja verjuna móti dronum og øðrum trygdarhóttanum.
/Ritzau/











