Tað letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum.
Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað endaði við, at heimaliðið vann 1-0. Einasta málið varð skorað, tá ið meiri enn tríggir minuttir vóru farnir av tíðini, sumdómarin legði aftrat. Málskjútti var Villiam Emil Klein, sum varð skiftur inn fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki.
Síðani venjaraskiftið hevur FC Hoyvík vunnið tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71, sum er topplið og stórur favorittur at vinna uppflyting.
Fyri FC Suðuroy var talan um stórt vónbrot, tí tspið ber við sær, at uppflytingarplássið ikki er so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra.
Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið 17 ára gamla Markusi Johansen í FC Hoyvík málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at hann vardi málið í 1. deild, og hetta var triðja ferðin, at hann fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið skoraði.
Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av EB/Streymi.











