Dronur órógva í Litava

- Jagaraflogfør hjá Nato eru í luftini, og heitt er á íbúgvar um at søkja sær skjól, upplýsir verjan í Litava

Í morgun veit verjan í Litava at siga, at ein drona er sædd nær markinum til Hvítarussland.

 

- Hendingin líkist teimum, vit hava sæð seinastu dagarnar.

 

Verjan leggur aftrat, at tað er eitt afturvendandi fyribyrgjandi tiltak, at fólk vera biðin um at søkja sær skjól.

 

- Jagaraflogfør hjá Nato eru í luftini, upplýsir verjan í Litava.

 

Í høvuðsstaðnum Vilnius er send út reyð ávaring, sum merkir, at her er loftávaring, og íbúgvar eru bidnir at søkja sær skjól.

 

Lagt verður aftrat, at í regiónunum, Ignalina, Utena, Švenčionys og Zarasai er send út gul ávaring.

 

- Í morgun hevur loftrúmið yvir floghavnini í Vilnius verið stongt, veit litaviska ávísin, LRT, at siga.