Tað er Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur settur Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hon spyr landsstýriskvinnuna soleiðis:
1. Tekur Almannaverkið til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni, at avgerðin at flyta umlættingartilboð til Sands er ógildug?
2. Um ja, hvør er avleiðingin av, at avgerðin er ógildað?
3. Hevur ella fer Almannaverkið at bjóða avvarðandi foreldrum annað ella tillagað tilboð, sum livur upp til krøvini um eina framhaldandi tænastu av tí, sum var á Eirargarði?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Ruth Vang á, at fyri góðum mánaði síðani kom Løgtingsins Umboðsmaður við áliti um avgerð hjá Almannaverkinum at flyta umlættingartilboð til Sands.
– Flytingin varð gjørd lutvís sum avleiðing av sparing, sum varð áløgd Almannaverkinum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2026, lutvís tí tað ikki er eydnast at finna nýggj høli til umlættingartilboðið í Havn, nú Eirargarður 14, har umlættingin hevur húsast, skal umvælast. Harumframt er hetta ein liður í royndunum at fáa ein skynsamari rakstur við størri eindum, sigur hon.
– Umboðsmaðurin kemur til ta niðurstøðu, at av tí at tilboðið á Sandi ikki kann sigast at vera eitt framhald av tænastuni, barnið fekk í Havn, er avgerðin at flyta tilboðið ein fyrisitingarlig avgerð, har stovnurin hevur skyldu at hoyra tey, sum avgerðin umfatar, og ikki ein sokallað útinnandi fyrisiting, sum Almannaverkið annars metti avgerðina at vera, sigur hon.
– At Almannaverkið ikki hevur framt hoyring hevur ta avleiðing, at avgerðin má metast at vera ógildug, sigur umboðsmaðurin. Haraftrat metir umboðsmaðurin, at flytingin ikki er framd við barnsins besta fyri eyga, og tí er í stríð við ásetingar í bæði barnarættinda- og breksáttmála.
– Avvarðandi hjá teimum, sum skulu flyta, hava verið í miðlunum og greitt frá, at tey eru sera ónøgd við avgerðina. Sum skilst, hava fleiri teirra valt ikki at taka av tilboðnum á Sandi, og bíða enn eftir einum tilboði, tey meta vera nøktandi, sigur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn í fyrispurninginum til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum.











