Í desembur 2022, fekst tú staðfest krabba í búkspýttkertlinum. Ein øgiligur skelkur fyri teg, tíni, og okkum, sum arbeiddu saman við tær.
Ikki misti tú mótið, eg má liva, meðan eg livi. Og hesi bæði árini eftir, at tú fekk eftir sjúkuna, møtti tú glað og fús til arbeiðis. Erlig og realistisk sum fáur, segði tú: Eg veit, at eg er illa sjúk, eingin hevur lovað mær nakað! Men tú vildi sleppa til arbeiðis. Tað gav tær nakað.
Og tú gav sanniliga nógv aftur. Títt positiva og glaða lyndi. Tín smittandi látur, og øll tey vísu orðini, ið tú komst við, taka vit, í skopiini javnan uppá tungu. Tú vart góð í ráðum, bæði til arbeiðis, og tá man gekk við onkrum, ið man ikki dugdi at loysa. Onkursvegna, so fullu loysnirnar tær, so lætt.
Hóast títt lætta og innbjóðandi sinni, lat tú ikki alt um teg ganga. Tú dugdi at siga frá, altíð siðiliga, og tú leyp ikki framav. Spurdi man teg eitt hvørt, svaraði tú ikki, fyrr enn tú hevði hugsað teg væl um. Hetta kundi gott taka nakrar dagar.
Vildi tú hava orðið, var tað ikki uttan setningin: “ kann eg líka siga nakað?” so vistu vit, at nú fullu vísu orðini.
Tú vart útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur í 1987 og starvaðist ymsastaðni, bæði uttanlanda og Føroyum. Meginpartin av arbeiðslívinum, arbeiddi tú í heimarøktini.
Ì 2008, vart tú á fyrsta sinni, sett í starv í skopiini, í einum barsilvikariati. Eftir hetta, heittu vit javnan á teg, um at koma í skopiina at arbeiða í longri og styttri tíðarskeið, til vit at enda fingu teg í fast starv. Hesa avgerð, eins og allar aðrar, tók tú ikki lættliga. Vit vita, at tú helt nógv av tínum starvsfeløgum í heimarøktini.
Góða Pálma, fyri okkum í skopiini, vart tú ímyndin av empatiska sjúkrarøktarfrøðinginum. Tú møtti hvørjum einasta menniskja, sum tú hevði undir hond, við størstu virðing og blídni. Fakliga vart tú sera væl fyri, tað var ikki uttan orsøk, at boð vóru eftir tær, frá Heilsuskúlanum í Hovi, at verða sensor. Ein øðrvísi uppgáva segði tú, eitt sindur stuttligt og so gevandi.
Tú vart kliniskur vegleiðari í fleiri ár, tað at læra frá tær, fall tær so lætt. Kort síðani, hevði ein fyrrverandi lesandi hjá tær á orðið, at aftaná at tú hevði verið vegleiðari hjá henni, ynskti hon, at útinna sjúkrarøkt eins og tú gjørdi. Ikki sørt rós at fáa.
Hetta leiðir okkum til orðini, sum Guðrun, dóttur tykkara segði so kerliga: “ Mamma var nakað serligt, hon var so fitt, tí var tað so lætt, at blíva góð við hana”.
Og góða Pálma, vit vóru og eru framvegis líka góðar við teg. Saknurin hevur verið eyka sárur hesar seinastu dagarnar, nú eitt ár er liðið, síðani vit bóðu tær endaliga farvæl.
Okkara tankar, leita til tíni allarbestu, inni á Strondum í dag.
Familjukær vart tú sum eingin, at hoyra teg greiða frá pápa tínum, og hansara humoristiska og erliga verumáta, var einki at ivast í, at tú bregaði ikki langt úr ætt.
Tú elskaði eina góða vittigheit og so flenti tú so hjartaliga.
Åh, Sum vit sakna teg!
Marner og børnini vóru alt fyri teg. Tú tosaði so virðiliga um tíni kæru. Og millum linjurnar, var ikki at taka feil av, ta virðing tú hevði fyri Marneri, hvussu tú umtalaði hann, og altíð við einum smíli. Tit skiltu hvønn annan, virðini og áhugamálini hjá hvørjum øðrum, og tað var rúm fyri, at man kundi gera hvør sítt. So fyrimyndarlig bæði.
Børnini vóru títt og eitt og alt. Vit í skopiini, Katrin, Tórun, Guðrið og Maria, føla at vit kenna tykkara børn so væl, tí tú vart so røsk at fortelja okkum um tey.
Tykkara elsti Andreas, arbeiðssamur sum fáur, og musikalskt flogvit, sum tú vart so errin av. At hoyra teg fortelja um hansara gehør var uttan líka.
Miðlingurin Eli, STíF málverjin, við sínum góðu diplomatisku evnum, ið tú javnan heitti á, tá okkurt skuldi orðnast. Hevði hann staðið væl í málinum onkran dyst, lýsti tú sum ein sól, ímeðan tú geiddi frá dystinum.
Yngsta einkardótturin Guðrun, gartnarin við góða handalagnum, ið dugir so væl at skapa og fríðka um í havanum. Tit høvdu eitt serligt og tætt samband. Tit báðar deildu fleiri áhugamál. Báðar so glaðar fyri náttúruna, og tit hava gingið óteljandi túrar í fjøllunum saman. Vit minnast enn, tá mamma tín fór við okkum oman í nýggja H-bygningin at vísa okkum, hvat tú hevði plantað har.
Í dag, 15. mai skínur sólin oman og niðan. Tú plagdi at taka til, at hvørja ferð tú skuldi til arbeiðis í skopiini, skein sólin. Manst tú hava hugt til okkara í dag, og tikið sólina við tær í dagens anledning? Ein deiligur tanki, um so er.
Góðu tit, Marner, Andreas, Eli og Guðrun, okkara tankar eru hjá tykkum ídag.
Við hesum orðum ynskja vit at lýsa frið yvir minnini um okkara kæra starvsfelaga Pálmu Gærdum










