Leygarmorgunin læt Bakkastøðin í Sørvági upp aftur við nýggjum eigarum og nýggjum navni.
- Tað eru hjúnini, Khate og Jens Erik Zachariassen, sum nú eiga og reka Salo Salo Shop, sum staðið nú kallast.
Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at Salo Salo er filipinskt navn, og merkingin er at eta og hugna sær saman.
- Broytingin í mun til áður er fyrst og fremst longri upplatingartíðir, har opið er frá klokkan 7 á morgni til klokkan 22 á kvøldi.
Lagt verður aftrat, at seinnapart er grillin opin, og ætlanin er framyvir eisini at hava ymiskar asiatiskar rættir.
##med2##
Á hillunum eru eisini fleiri forkunnugar vørur úr asiatiska køkinum.
- Vit ynskja Salo Salo Shop blíðan býr við virkseminum, siga tey í Sørvágs kommunu.












